Talan gjørdist ikki um nakað dreymalutakast, tá NSÍ í gjár skuldi fáa sítt mótstøðulið úr UEFA-pottinum. Dynamo Tblisi eitur liðið og er tað úr Georgia. Av føroysku feløgunum hevur HB fleiri ferðir verið í Georgia, og langt ífrá hvørja ferð hevur talan verið um so øgiliga hugaliga fótbóltsferð.
Skrivarin hjá NSÍ, Edmund Joensen, viðgongur eisini, at tað ikki júst varð ynski mótstøðuliðið, sum varð drigið úr pottinum í gjár. – Nei, hatta var bestemt ikki dreymalutakastið hjá okkum. Tað kundi valla blivið nógv verri, sigur Edmund Joensen, og sipar til, at reint ítróttarliga passa liðini eystani frá, ofta øgiliga illa Føroyum, og at fíggjarliga er ein dyggur smeitur. – Vit vónaðu sjálvandi at trekkja eitt lið úr grannalagnum, men so var ikki, ásannar Edmund Joensen, sum tó roynir at síggja tað positiva í lutakastinum. – Kanska vit vinna og møta Panathinaikos, tað hevði ikki verið so galið, sigur Edmund Joensen at enda.