Kundi staðið um lív

Heini Hanusarson váttaði í samrøðu við Kringvarpið, at tað kundi endað heilt galið, tá hann og seks aðrir landsliðsspælarar vóru í býnum í Sarajevo

Hóast slaturin hevur verið nógvur um, hvat gekk fyri seg, so var tað fram til leygardagin ikki stórvegis, sum fekst at vita um býtúrin hjá hondbóltslandsliðnum í Sarajevo. Ein býtúrur, sum eisini ber við sær, at sjey landsliðsspælarar fáa leikbann frá landsliðsvenjaranum, Dia Midjord.

Í ítróttartíðindunum leygarkvøldið staðfesti Heini Hanusarson, at talan fyrst og fremst var um eina støðu, har spælarar komu illa fyri.


Rann undan brotsmonnum

- Vit sótu eftir dystin á hotellinum, har vit fingu okkum nakrar øl – bæði venjarar og spælarar. Eftir at venjararnir vóru farnir í song, vóru vit sjey mans, sum fóru ein túr í býin. Og hetta var ikki ímóti boðum frá hvørki venjarunum ella Hondbóltssambandinum.

- Vit endaðu so á eini barr stutt frá hotellinum, har vit sita og hugna okkum, men brádliga er Hans Áki (Dal-Christiansen, blðm.) burtur. Sjálvur fari eg at leita eftir honum, men tá eg eri uttanfyri, steðgar ein BMW-bilur brádliga, og fýra mans koma eftir mær.

- Eg var ikki í iva um, at hesir vildu mær ilt, og tí rann eg undan teimum gjøgnum einar sjey-átta sonevndar villahavar. Har á leiðini er ikki bara vanligt hegn millum húsini, so eg noyddist at klatra upp um píkatráð og annað, men tíbetur eydnaðist tað mær at sleppa undan teimum.

- Samstundis er Hans Áki í kløtur við aðrar brotsmenn, sum vilja hava pengar frá honum og okkum. Nógv meira, enn vit annars áttu at gjalda. Teir vóru fleiri um at berja hann, men tað eydnaðist Hans Áka at sláa somikið frá sær, at hann slapp avstað uttan nakað heilt álvarsligt mein, sum talan annars kundi verið um. Og saman við Sámali Joensen eydnaðist honum at sleppa avstað í einum taxa-bili, greiddi Heini Hanusarson frá.


Kundi staðið um lív

Sjálvur váttar Heini Hanusarson, at tað kundi staðið um lív hjá honum og liðfeløgunum, og hann váttar, at teir kanska vóru dekan ov naivir, tá teir fóru í býin.

- Tað kanst tú altíð siga aftaná. Men vit vóru sjey mans, sum fóru avstað, og vit vóru bara einar tveir minuttir frá hotellinum, so vit hildu ikki, at hetta kundi ganga somikið galið. Síðani hendingina havi eg tosað við ein spælara hjá Kolding, sum er úr Sarajevo. Hann segði, at teir eisini høvdu verið í býnum har, tá teir vóru, men munurin var nokk, at teir høvdu lokal fólk við sær, sum vístu teimum á tey tryggu støðini.

- Men tað er eingin ivi um, at hasir menninir vildu okkum ilt. Teir royndu at sláa sparka Hans Áka, og var eg fangaður, ivist eg ikki í, at teir høvdu viljað mær líka ilt ella verri. Tað er ikki altíð, at eitt mannalív verður virt so nógv, segði Heini Hanusarson við Útvarpið um hendingina.


Mynd: Heini

Tað kundi staðið um lív, tá Heini Hanusarson og seks landsliðsfelagar fóru ein túr í býin í Sarajevo. Nú fáa teir allir sjey leikbann frá landsliðsvenjaranum, men í fyrsta umfari rakar hetta bert Heina