Brasilskt føddi kroatin, Eduardo da Silva, breyt fótin leygardagin, tá ið hann saman við Arsenal leikti móti Birmingham. Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá ið Martin Taylor takklaði hann so ógvusliga, at fóturin fór í sor. Nú sigur lækni hansara, at hann skal vera glaður fyri framvegis at hava fótin.
- Hann kundi roknað við at fingið fótin tiknan av. Tá fóturin ferð úr lið sum í hasi støðuni, taka blóðkørini skaða, og tað er sera vandamikið. Fóturin má setast á pláss aftur skjótast tilber, og ein bráðfeingis skurðviðgerð gerst alneyðug, sigur Tim Allardyce, sum skal viðgera fótin, við BBC Radio.
Eduardo má sita sum áskoðari restina av kappingarárinum, og sleppur harnæst heldur ikki við kroatiska landsliðnum til EM-endaspælið í summar. Eduardo hevur tó sagt við enskar miðlar, at tað harmast hann ikki nakað serligt um. Hann gleðir seg bara til at spæla aftur, og gevur fótinum ta tíð, hann krevur.