TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum varð á Gullradio á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá B36, Eyðun Klakstein.
Eyðun fekk tilboðið at gerast høvuðsvenjari hjá B36, tá hann varð staddur yviri í Kuba. Hann helt, at tilboðið at venja føroyameistararnar 2014 var eitt tilboð hann ikki kundi siga nei til. Avbjóðingin at endurvinna FM fyri fyrstu ferð í søguni hjá B36 var eisini ein avbjóðing, sum lokkaði.
Vit tóku eisini samanum eitt minniligt kappingarár saman við Eyðuni.










