Kundi ikki kravt meira

Hóast vónbrotið var stórt, tá føroysku flogbóltskvinnurnar taptu móti Liktenstein leygardagin, so staðfesti venjarin eftir kappingina, at hann kundi ikki kravt meira frá spælarunum

Flogbóltur

 

Eitt mest sum fullfíggjað ættarliðsskifti, har bara Margit G. Joensen og Helen á Lakjuni kunnu roknast millum veteranarnar, hevur sjálvandi sín prís.

Hesin kom partvíst til sjóndar, tá føroysku kvinnurnar leygardagin kundu spælt seg víðari í EM-undankappingini, um tær vunnu dystin móti Liktenstein. Í stórum pørtum av dystinum vóru okkara tá omaná, men mistøk vórðu framd júst í teimum løtum, har liðið ikki hevði ráð til hesi, og tað kostaði dýrt í 3-0 tapinum.

Men hóast hetta, so var tað ein framúr væl nøgdur landsliðsvenjari, sum eftir seinasta dystin kundi taka saman um kappingina.

- Fyrst og fremst, so kanst tú ikki samanbera oyggjaleikirnar við kappingina, sum vit nú hava havt. Tað er púrasta hvør sítt, og ikki ein dystur á oyggjaleikunum er á tí støði, sum vit hava sæð hesa kappingina.

- Liðið, sum vit hava nú, haldi eg vera eitt tað sterkasta, sum vit nakrantíð hava havt, og fyri framtíðina sær tað øgiliga gott út. Men sjálvandi er talan um eitt rættiliga ungt lið. Fleiri av spælarunum vóru stuðulsspælarar á U19-landsliðnum í fjør, men alt í alt trúgvi eg ikki, at vit á nakran hátt kundu stilla við einum liði, ið hevði megnað tað, sum genturnar hava gjørt hetta vikuskiftið.

Men tekur tú spælarar sum Margit og Helen frá, so hevur tú ein miðalaldur, sum er beint niðanfyri 22 ár?

- Ja. Og sjálvandi spælir rutinan eitt sindur inn í avgerandi dystunum. Men eg haldi framvegis, at liðið hevur staðið seg ótrúliga væl, og sum venjari kundi eg ikki ynskt meira enn tað, sum spælararnir góvu.

- Hinvegin gjørdist tað at enda avgerandi, at spælararnir ov sjáldan hava spælt dystir av hesum slagnum. Tann stóri munurin er, at øll mistøk verða revsað í slíkum dystum. Vit síggja í dag móti Luksemburg, har tær at kalla spæla sum ein maskina, og tí eru okkara alla somlu tíðina undir trýsti.

- Tí er tað avgerandi, at vit støðugt kunnu bjóða spælarunum slíkar avbjóðingar, tí tað er jú bert ein máti at økja um royndirnar. Og tað er við at spæla fleiri dystir, sigur Niclas Joensen.