- Kundi havt tikið metið hjá Óla

Tað sigur Súni Olsen, sum ásannar at hann hevur givið avboð til nógvar landsdystir.

Súni Olsen spældi í Kasakstan sín dyst nummar 50. Hann fegnast um at verða komin upp á so nógvar dystir, men ásannar at hann hevur givið avboð til einar 30 landsdystir á vegnum. Hann kundi tí verið komin upp á 80 landsdystir, sum er tætt við metið hjá Óla Johannesen, sum er 83.

 

Hoyr samrøðuna við Súna Olsen við at trýsta á pílin undir greinini.

 

-       Um eg ikki gav avboð til so nógvar landsdystir, so kundi eg havt tikið metið hjá Óla, sigur Súni skemtingarsamur á málinum.

 

Súni vónar, at hann nú fær møguleikan, at seta eitt av sínum tiltiknu fríspørkum í kassan móti einum av teimum heilt stóru tjóðunum.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Týskland byrjar klokkan 19.45 í kvøld. Rás2 sendir beinleiðis frá dystinum, og byrjar at senda longu klokkan 15.