Kundi gjørt ein mann blindan

Í gjár tók løgreglan í Havn ein mann fyri harðskap av serliga grovum slag og fyri at hava hótt.

Tvær ferðir gjørdi maðurin um seg og seinnu ferðina tók løgreglan hann og setti hann í varðhald.

Fyrru ferðina var, tá ið hann ætlaði sær óboðin inn í eini hús.

Maðurin, sum búði í húsinum stillaði seg í durin og gjørdi seg breiðan, men tá tók óbodni gesturin knív fram og vísti eigaranum - men fór síðani avstað.

Nakað seinni fór sami maður inn í ein listaskála í Havnini.

Har skonkti hann sær ein kopp av kaffi, men ístaðin fyri at drekka koppin, oysti hann tað heita kaffiið í andlitið á einum manni.

Løgreglan sigur, at hetta er harðskapur av serliga grovum slagi, tí maðurin, sum fekk heitt kaffi í andlitið, kundi oyðilagt sær eyguni.

Maðurin fór á skaðastovuna, men fyribils tykist ikki sum at nakar skaði er hendur

- Tíbetur var hann í brillum, annars kundi skaðin verðið nógv verri, sigur løgreglan.

Løgreglan tók illgerðarmannin og setti hann í varðhald og hann skal fyri rættin seinni í dag fyri harðskap av serliga grovum slagi.