Kundi givið 598 gramm av skunk

Og tað var tað, ein 53 ára gamal maður stóð skuldsettur fyri hósdagin í Føroya Rætti.

Og tað var tað, ein 53 ára gamal maður stóð skuldsettur fyri hósdagin í Føroya Rætti.

 

Tað var 21. juni í fjør, at politiið troppaði upp hjá einum tá 52 ára gomlum manni. Í rannsakanini funnu teir tvey stykkir turkaðar plantur, umframt trý gramm av bløðum.

 

Góðan mánað seinni møtti politiið aftur hjá sama manni, og hesaferð var úrtøkan 15 stk skunkplantur, og tað metti politiið kundi givið 598 gramm av hassj.

 

Í fyrra førinum segði ákærdi maðurin, at hesar báðar turkaðu skunkplanturnr vóru hannplantur, sum ikki undu nýtast til at roykja. Men hann hevði í kvittanum at gera sær ein kopp av te burtur úr plantunum.

 

Tað sama var galdandi við teimum trimum grammunum av bløðum, sum bara bíðaðu eftir at verða koyrd burtur.

 

Í seinna førinum var hvørki talan um plantur ella stiklingar, men bara um frø, segði ákærdi.

 

Til tey 598 grammini, sum ákæruvaldið vildi vera við kundu fáast burtur úr teimum 15 plantunum - sum altso sambært ákærda bert vóru frø - segði ákærdi, at tað í besta lagi kundi gerast til 20 gramm av hassji.

 

Ákærdi segði at hann ongantíð hevur selt, og at hann heldur ongantíð hevur bjóðað nøkrum burturav.

 

Hann segði, at hann bara nytti tað sjálvur, og at hann roykti einar tvær ferðir um vikuna, tá hann var heima. Og upp á spurningin um hann metti seg sum amatør, tá tað kom til at dyrka hassjplantur, svaraði hann avgjørdur ja.