Kundi endað galið

Politiið fekk fyrrapartin fráboðan um bát við maskinskaða

Fyrrapartin í dag fekk løgreglan boð um, at ein bátur lá og rak nakað út fyri Hvalvík.

 

- Ein bilførari ringdi til okkum og segði seg síggja eitt 10-mannafar liggja og reka úti fyri Hvalvík, og umborð vóru tveir mans, sum av øllum alvi royndu at rógva, soleiðis at teir kundu halda seg frá landi, sigur vakthavandi á politistøðini frá.

 

Løgreglan gav boðini víðari til sjóbjargingarstøðina MRCC.

 

- Báturin hevði fingið maskintrupulleika. Tað var rættiliga fitt av vindi, og tískil var ikki heilt lætt hjá teimum báðum monnunum, sum vóru umborð, at halda bátin frá landi, verður sagt av MRCC-støðini.

 

Ein annar bátur kom framvið og fekk hálað 10-mannafarið inn í bátahylin í Hvalvík.

 

- Tíbetur hendi eingin vanlukka av hesi hendingini, men tað kundi endað galið, verður sagt av MRCC.