Kundi endað galið

Tað var timburmonnunum at takka fyri, at tað ikki hendi stórur skaði á skúlanum í Kaldbak fyrradagin

Eldur
Rógvi Borðoy
 
Kaldbaks skúli hevur verið undir útbygging eina rúma tíð, og arbeiðið er nærum liðugt. Útbyggingin fevnir um fleiri nýggjar skúlastovur og eitt felagsrúm, soleiðis at skúlin nú lýkur øll krøv, ið eru sett, í nógv ár framyvir.
                      Tað kundi alt endað galið fyrradagin. Arbeiðsmenninir høvdu sveisað papp í takinum, tá onkur teirra varnaðist royk. Teir ringdu beinanvegin til sløkkiliðið í Havn, sum vóru á staðnum 12 minuttir seinni, og tá var eldurin longu sløktur, sigur Heiðrikur Kristiansen, sløkkiliðsmaður, sum var á staðnum.
                      Tað var eitt starareiður, sum eldur var komin í. Reiðrið var sera turt, og brendi væl, og Heiðrikur Kristiansen sigur, at tað eru timburmonnunum fyri at takka, at stórur skaði ikki hendi.
                      -Tað kundi verið álvarsligt. Eg vil siga at teir bjargaðu skúlanum. Teir bóru seg ógvuliga skjótt at, og eg vil geva alla æru til timburmenninar, at eingin roykskaði ella nakað hendi, sigur Heiðrikur Kristiansen.
 
Ein nýggjur skúli
Útbyggingin hevur kostað umleið tríggjar og eina hálva millión krónur, og skúlin skal takast í nýtslu um jóltíðir, sigur Hans Lyngsø frá byggideildini í Tórshavnar kommunu.                       Higartil hava næmingarnir fingið undirvísing í nøkrum fyribils skúlastovum í bygdini, so í ringasta føri hevði borið til at hildið undirvísingini í bygdini.