10 juni í 1987 var ein álvarsligt ferðsluóhapp omanfyri Kvívík. Eyðun Jensen var á veg til Vestmanna, tá hann fór útav vegnum við høgari ferð og bóltaði oman móti bygdini. Eldur kom í bilin og hann brendist sera illa. Satt at siga stóð heilt illa til hjá honum, og hann kundi eins væl verið deyður.
- Eg kom at koyra aftanfyri ein vinmann hjá mær. Eg koyrdi nakað skjótt og meðan eg yvirhálaði hann, kom eg út í vegjaðaran og fór útav vegnum, oman móti bygdini. Fólk úr bygdini komu á staðið og fingu hjálpt mær úr brennandi bilinum, og tað, saman við trygdarbeltinum, bjargaðu lívinum hjá mær, greiðir Eyðun Jensen frá.
Hann greiðir víðari frá, at tá hann var hjálptur úr bilinum, sat lásið í trygdarbeltinum enn í, men sjálva reimin var longu brend av.
Glaður at bara sleppa við lívinum
Í tríggjar mánaðir lá hann á Hvidovre Hospital, men sjálvur minnist hann bara hetta í glimtum.
- Eg minnist tá eg kom á sjúkrahúsið, tá skuldi eg í bað, soleiðs at infektiónir ikki komu í brennisárini. Eg minnist hvussu ræðuligt tað var, tá tey noyddust at skrubba øll sárini væl og virðiliga. Eg skríggjaði og bannaði, men tey søgdu at tað var líkamikið hvussu nógv eg rópti, at tey vóru noydd at skrubba. Tað var ræðuligt, fortelur Eyðun Jensen.
Hann brendist illa um armarnar, beinini og ryggin, men fortelur sjálvur at hann ongantíð hevur borið veruligt mein av hesum. Hann var bara heppin at sleppa við lívinum.
Í dag livir hann væl, og er fyri kortum blivin abbi fyri sættu ferð. Saman við konuni Peturbjørg, sum hann hevur verið giftir við í 39 ár, eigur hann børnini Hildur, Malan og Pætur.