Um tíggjutíðina gjáramorgunin, varð ein gassfløska funnin í køstinum á brennistøðini hjá IRF í Leirvík.
Vakthavandi sá okkurt runt í grabbanum, beint áðrenn hann skuldi tømast í ovnin og valdi at taka hann niður aftur, fyri at hyggja hvat hetta var.
- Tað var reint held, at hann hugdi, og fekk steðga fløskuni, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri hjá IRF.
- Um fløskan var farin niður í hitan í ovninum, hevði hon eksploderað, og ovnurin hevði farið í knús, greiðir hann frá.
Hvat fylgjurnar høvdu verið, kann Poul Andrias Joensen bara gita seg til.
Vanliga er eitt undirtrýst inni í ovninum, men ein tílík spreinging hevði gjørt eitt yvirtrýst, og høllin hevði blivið til eitt eldhav. Tað hevði verið stórur vandi fyri tey starvsfólk, ið vóru stødd inni í høllini.
- Tey høvdu í minsta lagi fingið stóran brandskaða, og í ringasta føri hevði ein tílík hending kostað mannalív, sigur Poul Andrias Joensen.
Ómøguligt at spora
Fløskan var ein aluminium gassfløska við 26,2 litrum av propangassi. Hetta er ein heilt vanlig gassfløska, ið kann keypast í matvøruhandlum og verður nýtt í kampingvognum ella á tjaldingarplássum.
Gassfløskan er merkt við nummari, men hóast hetta er tað ómøguligt at spora hvaðani fløskan er komin. Tí fløskan er av tí slagnum, sum Føroya Gassøla selur til vanligar handlar, ið ikki skráseta hvør keypur tær. Av tí sama hevur IRF ongan møguleika at fara víðari við málinum.
Men hvussu kann tað koma so vítt, at ein gassfløska kann koma allan vegin ígjøgnum skipanina hjá IRF, uttan at nakar leggur merki til hana?
- Eg vænti ikki, at tað er komið frá einum mannaðum bingjuplássi, tí tey høvdu nokk lagt merki til tað, men tað kann sjálvandi ikki útilukkast. Vit tøma eisini bingjur frá virkjum og privatfólki og tað er púra hopileyst at kanna, hvat verður latið í tær bingjurnar.
- Vandi er eisini á teimum ómannaðu bingjuplássunum. Har er einasti møguleiki vit hava, at halda eyguni opin tá vit tøma bingjunar. Men bingjurnar eru ofta 10 rúmmetur, og tá kann vera ringt at bera eyga við eina 26 litur fløsku.
Økja trygdina
Hjá IRF royna tey at finna onkran máta at økja trygdina uppá. Millum annað hava tey viðmælt øllum kommununum at halda bingjuplássini læst, og at hava tey mannað tá opið er. Eisini hava tey hildið skeið fyri fólkinum, ið er á bingjuplássunum, um hvussu ruskið skal skiljast.
Men Poul Andrias Joensen sær væl, at hetta ikki er nóg mikið.
- Fyrr í ár sprongdist ein trýstfløska í ovninum, og gjørdi stóran skaða. Síðan tað hava vit økt upplýsingina, millum annað á heimasíðuni. Men nú tað hendir aftur, er tað púra greitt, at her má okkurt gerast. Vit ætla skjótast gjørligt at finna útav, hvat kann gerast fyri at betra trygdina.