Kundbygentan: Eg vildi bara drepa jødisk børn

17 ára gamla gentan tekur í dag frástøðu frá øllum tí, sum hon segði í grundlógaravhoyrinum, eftir at hon var handtikin og skuldsett fyri at fyrireika yvirgang í Keypmannahavn, millum annað móti einum jødiskum skúla.

17 ára gamla gentan, sum fyri tveimum árum síðani varð handtikin og nú situr ákærd fyri at fyrireika yvirgang í Danmark, tekur nú frástøðu frá sínum farna lívi.

 

17 ára gamla gentan hevur áður játtað seg sekan í ákærunum um at hava spreingievni heima við hús og at fyrireika álop móti tveimum skúlum, men tá rættarfundurin byrjaði í morgun, noktaði hon seg seka í ákærunum. Hon segði, at hon hevði misskilt, hvat tað snúði seg um, og tí hevði hon upprunaliga játtað seg seka.

 

Hon er millum annað ákærd fyri at hava fyrireikað eitt bumbuálop móti einum jødiskum skúla, Carolinerskolen, á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.

- Eg vil bara drepa jødisk børn, segði hon við dómaran í grundlógaravhoyrinum. 

 

Tað var á sumri 2015, at gentan byrjaði at fáa áhuga fyri islam og á heysti vendi hon um til islam. Síðani vaks áhugin fyri jihad, pínslaváttum, Sýriafararum, Islamskum Stati og framleiðslu av bumbum. Tað var mamma gentuna, sum meldaði hana til løgregluna.

 

Í dag hevur hon broytt frágreiðing.

- Nógv av tí, eg segði, segði eg fyri at ljóða hørð og skrøpp. Eg skilti ikki, hvussu álvarsamt hetta var, segði hon í dag.

 

Gentan sigur, at hon livdi í einum hugaheimi hesa tíðina. Á ein lepa hevði hon skrivað orð sum jødiski skúlin, jihad og allahu akbar.

- Eg skrivaði hatta fyri at halda lív í spenninginum. Tað var ein partur av hugaheiminum, eg livdi í, sigur hon í dag.

 

- Eg gjørdi tað, tí at tað var spennandi, segði hon ferð eftir ferð, tá ákærin spurdi hana um ymiskt. Tað var spennandi at venda um til islam, tað var spennandi at seta seg í samband við Islamska Statin, at spæla sær við tankan um at fara til Sýria og tað var spennandi at lesa um at framleiða bumbur og at fara oman í Matas at keypa tilfarið til bumbuna, greiddi hon frá í rættinum.

 

Rættarmálið móti gentuni heldur fram í morgin.

 

Ákærin krevur, at hon verður dømd strangastu revsing, sum til ber í Danmark, nevniliga varðhald í óásetta tíð.