Kundastjóri og leiðari fyri KT og Talgilding greiða frá royndum at menna app

Á Tonik fara Jónhild Rasmussen, kundastjóri, og Heini Bendtsen, leiðari á deildini fyri KT og Talgilding - bæði frá Betri Trygging - at greiða frá tonkum, loysnum og tí, tey lærdu á vegnum, meðan tey arbeiddu við appini, Mín Trygging.

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 3. mai.

Endamálið við ráðstevnuni er, at vinnan og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan fáa ein kveikjandi og savnandi pall, við beinleiðis íblástri frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Ráðstevnan er eisini ætlað til knýta sambond og at deila vitan.

25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan.

Millum hesi eru Jónhild Rasmussen, kundastjóri, og Heini Bendtsen, leiðari á deildini fyri KT og Talgilding - bæði frá Betri Trygging. Tey bæði fara undir heitinum “Our Digital Journey” at greiða frá tonkum, loysnum og tí, tey lærdu á vegnum, meðan tey arbeiddu við appini, Mín Trygging. 

Mín Trygging ger tað lættari at vera kundi, tí samskiftið gongur skjótari og tí kundarnir kunnu avgreiða síni tryggingarviðurskifti, júst tá ið tað passar teimum. Tað er ein einføld, kundavinarlig og innovativ loysn, sum – umframt at vera góð fyri kundarnar – eisini leysgevur starvsfólk til meiri persónliga ráðgeving. 

Í framløguni fríggjadagin fara vit skiftivíst at hoyra Jónhild greiða frá kundaperspektivinum og Heina greiða frá tekniska perspektivinum á leiðini frá eini stirvnari kundaskipan til eina livandi og lættnýtiliga app. 

Les meira um ráðstevnuna á tonik.fo

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK ráðstevnuni.