Kundarnir ynskja fleksibilitet

- Vit røkka hvørt stað í landinum hvønn dag. Tað er ein tænasta, ið ger, at vit kunnu taka við okkum hvat enn tað kann vera. Pakkar, medisin, brøv og annað til privat og virkir. Einki ov lítið, einki ov stórt.


Jóel undir Leitinum lat ongan iva vera um, at Posta er ein stovnur, ið megnar at røkka út til allar føroyingar óansæð hvar í landinum tey eru stødd, tá hann flutti fram røðu til hátíðarhaldið hjá stovninum í gjár.


Stjórin viðgekk tó, at tíðirnar eru nógv broyttar síðani postverkið gjørdist føroyskt á sinni, og at kundar leggja vekt á onnur viðurskiftir í dag.


- Kanningar vísa, at tað, ið kundar ynskja mest av øllum er fleksibilitet. Tað er møguleikin at avgreiða síni viðurskiftir, tá ein hevur hug og tíð til tess, segði stjórin.


Tí fer stovnurin í næstum undir at seta upp fleiri sokallaðar Pakkaboksir kring landið, har kundar fáa møguleikan at fara eftir og lata inn pakkar sjálvi.


Harumframt verður framyvir møguligt hjá privatfólki eisini at brúka sjálvsavgreiðsluna hjá Posta, ið higartil bara hevur verið til fyritøkur. Við henni ber til at fáa fatur á skjølum, farmabrøvum og fylgja pakkum.


Posta almannakunngjørdi eisini ætlanirnar at menna eina app, ið ger tað lættari hjá fólki at bíleggja matvørur, rinda rokningar og annað. Til ber at lesa meira um hana við at trýsta á her.