Fleiri føroyskar fyritøkur luttaka á hvørjum ári á heimsins størstu søluráðstevnuni innan sjógæti, Seafood Expo Global, ið verður hildin Brússel.
Í ár er ráðstevnan tó merkt av yvirgangsálopunum í býnum síðsta mánaði, og tað hevur havt avleiðingar fyri luttøkuna hjá føroyskum fyritøkum. Fleiri kundar hava nevniliga meldað avboð, og serliga ein fyritøkan hevur merkt sviðan av hesum.
Tað er fiskivirkið Vaðharon Seafood á Strondum, ið eftir ætlan skuldi luttaka á ráðstevnuni í ár, men sum kortini ikki fara.
Jens Kristian Rasmussen, umsitingarleiðari í Vaðhorn Seafood, sigur við in.fo, at stóru kundarnir hjá teimum hava givið avboð.
- Vit høvdu farið, um okkara kundar vóru har, men støðan er nú tann, at allir teir stóru kundarnir hjá okkum hava givið avboð. Tað vil siga, at teir kundarnir, ið vit eru spentir upp á at møta, hava givið avboð.
- Alt var avtalað frammanundan, men so brustu bumburnar í Brússel og longu dagin eftir høvdu tveir av okkara stóru kundum givið avboð. Næstu vikuna boðaðu restin av teimum stóru kundunum frá, at heldur ikki teir fóru at vera til staðar í Brússel.
Avlýsingarnar hava tó onga beinleiðis fíggjarligan ávirkan fyri fyritøkuna. Heldur enn at møtast í Brússel, so umhugsar fyritøkan ístaðin at vitja kundarnar.
- Hetta hevur sum so ikki nakra ávirkan á virksemi hjá okkum. Ístaðin fyri at møta kundunum í Brússel, so fara vit nú møguliga bara at vitja teir. Tað hava vit gjørt áður, og er tað kanska betri enn at møtast í Brússel, sigur Jens Kristian Rasmussen.