Eik Banki lokkaði í vikuni kundar hjá Northern Rock við líknandi tilboði, um teir fluttu til Eik Banka. Hetta hevur víst seg at rigga væl fyri føroyska bankan. Norther Rock í Danmark lat aftur fyrr í vikuni Norther Rock í Danmark lat aftur í vikuni. Hetta høvi kundi Brian Toft, forstjóri í Eik Banka í Danmark ikki fara aftur við borðinum.
Hann beyð beinanvegin kundunum hjá Northern Rock at flyta til Eik Banka við somu rentu á innlánum.
Fyrsta samdøgrið fekk Eik Banki nógvar Northern Rock kundar.
- Stórt trýst hevur verið á hjá okkum, og vit hava biðið eyka fólk til arbeiði nú um páskini. Serliga nógvar áheitanir eru komnar frá Northern Rock kundum, ið vilja tryggja sær somu góðu rentu áðrenn tilboðið gongur út, tann 9. apríl, segði Niels M. Mogensen, deildarleiðari fyri Internetbankan hjá Eik Banka við www.epn.dk
Tað var í fjør at Eik Banki keypti Internetbankan Skandia Bank. Bankin heldur nú, at hann við sínum 108.000 kundum hevur kapasitet til at tæna fyrrverandi Northern Rock kundum. Í Eik Banka í Danmark starvast 110 fólk.
Bankin hevur útlán fyiri 7,7 milliardir krónur, meðan innlánini eru um 7,1 milliard krónur. Samlaði eginpeningurin hjá konsernini er upp á 2,1 milliard krónur og solvensprosentið er 12.