Deildin hjá Føroya Banka í Niels Finsensgøtu læt fríggjadagin upp sum fyrsta deild bankans í heilt nýggjum sniði.
Jørn Astrup Hansen bankastjóri helt eina røðu, har hann segði frá nýggja konseptinum, sum vit eisini fara at síggja í øðrum deildum bankans.
Á skránni var eisini undirhald við livandi tónleiki frá Lenu & Niclasi, Martin Joensen Band og tónleikarum úr bólkinum Páll Finnur Páll.
Nýggju hølini eru opin og kundavinarlig, og bankin kann nú bjóða kundunum sínum ráðgeving í innbjóðandi hølum.
Hølini eru ikki longur býtt upp í kunda- og starvsfólkaøki, nú eru tey felags fyri bæði kundar og starvsfólk.
Innbúgvið er, í samstarvi við Sp/f MAP Arkitektar í Havn, designað til Føroya Banka.
Móttøka av kundum er við kundadiskin, sum ávísir ráðgevar, flytingar og
avgreiðslur. Ein nummarskipanin er, har kundin kann taka eitt nummar til ávikavist inn- og útgjøld ella móttøkuna.
Kundar verða síðan vístur til ráðgevan, um hesin er tøkur. Við móttøkuna fáa kundarnir eisini upplýsingar um tænastur bankans, um tað er okkurt, sum teir ivast í.