Kumpas til Team Rynkeby Føroyar

Føroyska Team Rynkeby liðið hevur fingið tiltrongda hjálp til túrin í ár

Í gjár byrjaði ferðin til París hjá føroyska Team Rynkeby súkkluliðnum. Teir næstan 50 súkklararnir skulu fram til komandi fríggjadag súkkla áleið 1.300 kilometrar til høvðusstaðin í Fraklandi.

 

Startskotið var í Klaksvík og síðani varð súkklað til Havnar umvegis Runavík. Steðgað varð í Runavík, Skálabotni, Hósvík og so í Østrøm, har skipað varð fyri tiltaki fyri familjum og áhugaðum.

 

Í Runavík tók Torbjørn Jacobsen, havnameistari, ímóti. Hann helt fram røðu og hevði eina serliga gávu til Team Rynkeby Føroyar liðið. Við trupulleikunum av at navigera í fjør í huga, so handaði hann stýrimanninum, Finn Danberg, eitt kumpas.

 

Sum sæst á myndini, so var tað til stóran látur fyri súkklararnar og Finn Danberg sjálvan. Her kann leggjast afturat, at vandin fyri at súkkla í ring er væl minni hesaferð. Fólk hava koyrt rutuna ígjøgnum og tú kundi sagt, at Team Rynkeby Føroyar hevur lært av túrinum í fjør, tá liðið eitt skifti súkklaði í ring.

 

Team Rynkeby Føroyar liðið er í løtuni á veg til Danmarkar við Norrønu. Í morgin verður lagt at í Hirtshals. Síðani verða súkklarnir koyrdir við bussi til Padborg har suðri í Danmark. Seint seinnapart verður so súkklað til Owschlag.

 

Fyribils sær út til, at talan verður um gott veður til París. Tó vilja súkkararnir ikki taka nakað fyri givið, tá hugsað verður um grimdarregnið í møtti teimum í Padborg í fjør.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá ferðini úr Klaksvík til Havnar, áðrenn farið varð umborð á Nørrønu til Danmarkar