Kulur Dj´ari í Rex

Leygarkvøldið var eitt sera væl eydna DJ show í Rex við Martin Kjærbo. Planet var á staðnum.

 

Fáir DJ?arir kunnu sigast at spæla tónleik ið nærum øll kunnu fáa ágóðan av, men soleiðis var ikki leygarkvøldið. DJ Martin Kjærbo megnaði til fulnar at halda huglagnum hjá teimum vitjandi uppi , og sjáldan var ein keðilig løta. Tónleikurin var fjølbroyttur, tó vóru tey spældi løgini í flestum førum løg, ið fólk flest kennast við. Hóast løgini í so máta ikki vóru av tí nýggjasta slagnum, so vóru løgini so mikið fjølbroytt umframt vælkend, at tey ikki gjørdist óáhugaverd. Alt í alt eitt sera væl eydna kvøld, og DJ Martin er eftir øllum at døma ein DJ?ari, ið megnar at undirhalda einum sera fjølbroyttum skara av fólkið.