Kúlulaksur ger innrás í Noregi

Eitt samdøgur herfyri vórðu einir 1000 kúlulaksar veiddir í Varangerfjørðinum, og laksarnir liggja millum eitt og hálvt triðja kilo.

Myndirnar eigur ráðgevingarfelagið Naturtjenester.

 

 

Tað er nógvur kúlulaksur inni á ávísum firðum í Noregi, og her halda tey, at hetta er ein óboðin gestur, sum tey ikki eru serliga fegin um. Fleiri miðlar hava skrivað um henda laksin, sum nú fæst í stórum tali við norsku strendurnar.

 

iLaks veit at siga, at eitt nú í Varangerfjørðinum er nógv meira av kúlulaksi enn vanliga atlantarhavslaksinum. Og nú laksurin skjótt fer niðan í áirnar, verður stúrt fyri, hvussu hetta fer at tørna út.

 

- Vit hava verið úti við laksafiskimonnum, sum fiska havlaks, og her vísir tað seg, at tú kanst fáa upp í 70 kúlulaksar eftir fáum tímum. Eitt samdøgur herfyri vórðu einir 1000 kúlulaksar veiddir í Varangerfjørðinum, og laksarnir liggja millum eitt og hálvt triðja kilo.

 

Tað skrivar norska ráðgevingarfelagið - Naturtjenester - á sínari Facebook-síðu, og tað er iLaks, sum endurgevur.

 

- Fiskurin er feitur og væl fyri, og dygdin á fiskinum er góð. Tað er nógv føði í havinum, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

Sum skilst, fæst kúlulaksurin bæði í gørnum og við tráðu. Tað mesta, sum kemur í gørnini, eru hann-fiskar, tí hon-fiskarnir eru klænri og fara partvís ígjøgnum stóru meskarnar í gørnunum.

 

Tað var í byrjanini av juni mánaði, at iLaks skrivaði um metstóra veiði av kúlulaksi, tá havrannsóknir vórðu gjørdar í Barentshavinum, og nú eru so stóru stimarnir av hesum fiski eisini at síggja inni á firðum og undir landi

 

- Tey, sum fiska laks, gera nógv fyri at fáa so nógv av hesum laksi sum tilber, og tað verða í løtuni nógv størri nøgdir av kúlulaksi veiddir enn av atlantarhavslaksi. Tað er gott fyri áirnar, at roynt verður at fiskað so nógv av kúlulaksi sum gjørligt, skriva  Naturtjenester á sínari Facebook-síðu.

 

##med3##

 

 

 

Myndirnar eigur ráðgevingarfelagið Naturtjenester.

- Fiskurin er feitur og væl fyri, og dygdin á fiskinum er góð, siga Naturtjenester.