Heri Mohr
Í framkomnum londum, har demokratiið støðugt og áhaldandi verður fjálgað og vegleitt av politiskum eygleiðarum, er tað ongin dansur á rósum at vera ministari, tí uttan mun til um tað er kulturur, ung, gomul, sjúk ella annað øki í samfelagnum, hann er settur at røkja, so skal lítið til, áðrenn taburettin verður skrikt undan honum.
Dømini eru legio.
Álit og trúvirði og hugburður mynda tann dámliga ministaran, og er hann eisini virkin og engageraður, kunnu vit tosa um ein dámligan og arbeiðssaman ministara.
Í farna mánað helt okkara landsstýrismaður í mentamálum røðu á landsskjalasavninum í sambandi við, at Chr. Matras hevði fylt 100 ár. Røðan stóð í Sosialinum nakrar dagar seinri.
Hesin eftir øllum at døma sera »belisni« maður ? vánaligt føroyskt, men kanska ikki aftan fyri at siga meta í staðin fyri halda, meting fyri áskoðan ella meining, koma at fáa í staðin fyri fara at fáa ? altso, hesin bókliga íblásti maður, sum sambært Oddvør Johansen gongur við yrkingasøvnum í reyvarlummanum, avmyndaði við oratoriskum kynstri eitt satt kalejdoskop av kulturpersónum, heimskendum rithøvundum yrkjarum, stokkonservativa ummælari, kollveltingarmanni, pensioneraðum pantifúta o.ø.
Her var landsstýrismaðurin eitt sindur óheppin, tí hann átti at vitað, at í hesum landi finst ongin pensioneraður pantifúti av teirri einføldu orsøk, at pantifútastørv hava (tíverri) ikki tænastumannastatus. Men at seta ein fiktivan pantifúta úr Føroyum undir liðina á Jean-Paul Sartre prógvar, at landsstýrismaðurin, »ein primitivur skipari av bygd«, fyri at brúka hansara egnu terminologi, hevur humoristiskan sans.
Nú eru pensionistar lætt mál, og ilt er at verja seg fyri teimum vápnum, sum ávísir landsstýrismenn kanska liggja inni við, tá ið vit eftir øllum at døma neyvan sleppa upp í amerikonsku rakettverjuskipanina.