At bøkur hava lyndi til at liva sítt egna lív er 26 ára gamla kultskaldsøgan Gentlemen hjá svenska rithøvundanum Klas Östergren nýliga vorðin eitt rættiliga gott dømi um. Herfyri flokkaðist danska pressan um Östergren ikki so nógv fyri at fregnast eftir framhaldinum av Gentlemen, Gangters, sum júst er komin út, men tí gamla kultskaldsøgan júst er týdd til danskt ...
Skaldslig symbiosa
Orsøkin til at Östergren var í Danmark, var nú eisini at gera reklamu fyri donsku týðingini av Gentlemen, ið danskir ummælarar nú um dagarnar umtala sum stóra svenska skaldsøgulist. At tað tók teimum so langa tíð at fáa eyga á bókina heldur høvundurin vera enn eitt prógv um, at danir og svenskarar eftir øllum at døma ikki lesa bókmentirnar hjá hvørjum øðrum.
Hvat gamla bókin hevur at siga lesararum í dag, dugir hann ikki at meta um, men viðgongur tó sjálvur, at tað kendist heilt øðrvísi at lesa hana aftur, í sambandi við framhaldið, enn tá hann sum 23 ára gamal skrivaði bókina.
- Tað er ein heilt onnur bók, eg nú havi lisið umaftur. Gentlemen snúði seg í ávísan mun um, hvussu tað er at liva her og nú. Also í 1978. Sjávur vendi eg mær ímóti tíðarinnar stættarstríðsbókum. Mínir høvuðspersónar binda slips við Windsorknúti, eins og eg sjálvur gjørdi í eini tíð, tá høvundar helst skuldu ganga í skipstroyggjum og hava fullskegg, segði Östergren við Information herfyri.
At bókin nú knappliga hevur fingið ein nýggjan lesaraskara, eisini í Svøríki í sambandi við endurútgávuna, hongur møguliga saman við, at svenska samfelagið er vorðið so nógv meir einsháttað, heldur høvundurin. Sjálvur hevði Östergren ongantíð ímyndað sær, at hann skuldi skriva eitt framhald av Gentlemen. Tað var ikki fyrr enn hann nærkaðist sínum 50 ára føðingardegi, at persónarnir frá bókini byrjaðu at rusast við aftur í huganum hjá høvundanum kanska tí bókin sum so ongan enda hevði, grunar Östergren.
- So eg byrjaði at skriva, og brádliga fingu persónarnir lív av nýggjum. Eftir mínum tykki er Gentlemen vorðin betri av Gangsters, og Gangsters hevði verið vánaligari uttan Gentlemen. Okkurt slag av skaldsligari symbiosu er hend, sum eg ikki hevði ímyndað mær frammaundan, sigur høvundurin.
Góðtekur ikki endar ...
Gangsters er ikki eitt vanligt framhald av eini skaldsøgu. Meðan Gentlemen snýr seg um, hvussu ein týðing av Det röda rummet hjá Strindberg bleiv, ella kanska ikki bleiv til, snýr Gangsters seg um, hvussu Gentlemen bleiv til. Ljóðar sum eitt typiskt dømi um metaskaldskap, men tað hevur ikki verið ætlanin hjá høvundanum.
- Mær dámar ikki hugtakið metaskaldskap. Tað kom mest sum bara av sær sjálvum, at ein 50 ára gamal ikki kann taka skrivingina hjá einum 23 ára gomlum upp aftur, sum um onki var hent. Tí er Gangsters meir eitt slag av viðmerking, sigur Östergren, sum viðgongur, at hann ongantíð hevur lært seg ein ávísan framferðarhátt, tá hann skrivar. Hugskotini liva sítt egna lív og koma, tá tað passar teimum. Tí hevur hann eisini ilt við at góðtaka endar
- Veruleikin endar jú ikki. Hann verður bara til okkurt annað. Tí er tað eisini eitt løgið fyribrigdi, at vit so fegin vilja hava ein enda. Tað minnir kanska eitt sindur um tankan um tað fullkomna menniskja, sigur Klas Östergren.