Dr. Alban lendir í Vágum fríggjadagin. Síðani gongur leiðin fyrst til Mentanarhúsið í Fuglafirði, har sviin, ið gjørdist heimskendur við millum annað lagnum ´It´s My Life´, spælir sína fyrstu konsert. Síðani gongur leiðin við Hummer-limosininum til Havnar, har hann fer at spæla í Eclipse, skrivar byin.fo
Dr. Alban verður ikki einsamallur í Eclipse fríggjakvøldið. Ein av royndastu plátuvendarunum í Føroyum, Eyðfinn Drewsen, verður eisini at hoyra hetta kvøldið.
Leygarkvøldið leggur Rúni Kjær plátur á.