Kúllarnir og klovnurin Bu Bu á Tórsfest

Tað verður eisini barnaundirhald á skránni, tá Tórsfest fer av bakkastokki leygardagin.

Tað verður ikki bara undirhald fyri tey vaksnu, tá hol verður settur á Tórsfest leygardagin í gongugøtuni í Havn. Børnini fáa eisini sítt, tí í gongugøtuni verður spæliland við hoppiborgum og undirhaldi til børn. Harumframt fara Kúllarnir og klovnurin Bu Bu eisini at undirhalda børnini.


Fyrstir at undirhalda er Kúllarnir, ið sleppa framat klokkan 16. Kúllarnir eru Sasho og Rógvi og teir báðir hava í mong ár skipað fyri skemtiligum undirhaldi fyri børn. Børnini kenna ivaleyst Rógva frá kendu barnasendingini “Rógvi og drekin”, sum varð víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.


Kúllarnir dáma sera væl at syngja, kúllast, gykla og fortelja søgur fyri børnunum. Á ferð síni hava teir kuffertið, ið er um at bresta av spennandi, hugtakandi og gandakendum gyklaralutum.


Klokkan 17 kemur so vælumtókti klovnurin Bu Bu á vitjan. Bu Bu er ein litríkur og stuttligur føroyskur klovnur, sum elskar at undirhalda føroysk børn og barnligar sálir.