Fótbóltur
Trupulleikin hjá Milan Kuljic var neyvt tann sami, sum fyrr í ár forðaði Nenad Stankovic at koma aftur til Skála. Seiansta árið hevur hann forvunnið ov nógv frá øðrum arbeiðsgevara enn fótbóltinum. Her siga reglurnar upp á oyra, hvussu nógv kann forvinnast, og verður farið upp um hetta markið, verður innferðarloyvið ikki longt.
Sum vera man, so kemur hetta illa við hjá HB. Har høvdu tey ætlað, at Milan skuldi lyfta arvin eftir Rúna Nolsøe á HB-miðvøllinum, men tann ætlanin verður nú av ongum.
Sjálvandi kennist hetta eitt sindur snópisligt, staðfestir stjórin í P/F Havnar fótbóltur, Steinfinnur Mittelstein.
Hinvegin, so hava vit kanska vant okkum við tankan, tí vit kendu jú útfallið av málinum hjá Skála. So vildu vit garderað okkum við at fáa fatur á nýggjum spælara, høvdu vit nokk langt síðani handlað.
Tað hevur HB tó ikki gjørt, og sambært stjóranum er hetta eisini væl gjøgnumhugsað.
Vit halda í øllum førum, at vit hava nógvar góðar ungar spælarar, og so verður tað upp til hesar at taka kjansins. Missurin av Milan merkir kanska, at vit ikki eru heilt so sterkir á pappírinum, sum vit annars vildu verið, men so má onkur annar sleppa at bera favoritt-leiklutin hesaferð, ljóðar tað hóast alt við einum smíli at enda.










