Í einari felagssamrøðu við Politico, Bild og Die Welt sigur uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba, seg ikki vænta, at ein møguligur Nato-limaskapur fer at føra til eitt nýtt ella størri kríggj við Russland.
Hann heldur ikki, at Russland fer at tora at leypa á Ukraina, um landið verður ein partur av verjusamgonguni, og tí heldur hann, at ein Nato-limaskapur er ein vegur til frið.
- Nato-limaskapur hevði eisini givið Ukraina eitt sentralt pláss sum verja av eystara parti av Nato. Hetta er ein byrða, sum vit vilja bera á okkara herðum, segði ukrainski uttanríkisráðharrin.
Dmytro Kuleba sigur samstundis, at Ukraina væntar ikki at kunna gerast limur í verjusamgonguni, meðan kríggj enn er í landinum.
- Men, eftir kríggið hevði tað verið sjálvmorð fyri Evropa ikki at givið Ukraina limaskap, tí ukrainskur limaskapur er einasti máti at steingja dyrnar fyri russiskari aggressión móti Evropa.
Nú stutt fyri Nato-toppfundin, sum verður í Vilnius um eina góða viku, ávarar Dmytro Kuleba Týskland um at seta seg upp ímóti ukrainskum Nato-limaskapi.
- Endurtak ikki feilin, sum samveldiskanslarin, Angela Merkel, gjørdi í Bukarest í 2008, tá hon útihýsti møguleikanum hjá Ukraina at gerast ein partur av verjusamgonguni.
Uttanríkisráðharrin segði, at tá høvdu fleiri Nato-lond lokkað Ukraina við limaskapi, men londini fingu kaldar føtur, tí tey stúrdu fyri, at Russland fór at kenna seg provokerað.
Dmytro Kuleba heldur, at avgerðin ta ferðina læt upp fyri møguleikanum hjá Russlandi at gera innrás í Georgia og ólógliga at leggja Krim-hálvoynna undir seg í 2014.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.