Tað hevur verið bítandi kalt í Danmark hesa vikuna, og fuglafrøðingar ávara nú um, at nógvur smáfuglur doyr í kuldanum. Morten S. D. Hansen á Naturhistorisk Museum í Aarhus, sigur við Jyllandspostin, at ein so køld vika tekur lívið av 25 prosentum av teimum donsku smáfuglunum. Millum smáfuglarnar, sum ikki klára kulda, eru bringureyði, músabróðir og fuglakongur.
-Stendur kuldin við hendan mánaðin afturat, fara vit at missa 90 prosent av hesum fuglasløgunum, sigur Morten D.D. Hansen.
Hann sigur, at tá tað er so kalt, brúka fuglarnir alla sína orku til at halda hitanum. Vanliga liva hesir fuglar av eiturkoppum og ymsum øðrum smádýrum. Men tey klára heldur kuldan, og uttan mat hava fuglarnir sera lítlan møguleika, sigur Morten D. D. Hansen við Jyllandspostin.










