Kuldin og kavin hvørva

Næstu dagarnar verður heitari í veðrinum

Næstu dagarnar kunnu vit vænta regn og nøkur fleiri hitastig, enn vit hava havt higartil. Í morgin kann hitin fara heilt upp ímóti 9 stigum.

 

 

Í morgin, hósdagin, fer at regna tað mesta av degnum, og hitin fer at liggja millum 6 og 9 stig. Vindurin verður ikki tann heilt nógvi, millum 7 og 12 metrar um sekundi.

 

 

Fríggjadagin verður yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin verður eitt vet lægri, millum 4 og 7 stig.

 

 

Bæði leygardagin og sunnudagin verður veðrið heilt hampiligt, turt, nakað av sól og millum 4 og 8 hitastig.

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurfrøðingin, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðurforsøgnini fyri næstu dagarnar.