Kuldin kemur krúpandi

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, væntar eitt kalt vikuskifti.

 

Eitt hátrýst yvir vestara partinum av Norðsjónum fer vestureftir og veksur. Í nátt kemur eitt nýtt lágtrýst uttan fyri landnyrðingsgrønland, sum flytir seg spakuliga í ein landnyrðing norðan. Ein tilhoyrandi kuldabrúgv nærkast Føroyum av vestri og fer framvið týsmorgunin. Mikudagin fer eitt lágtrýst við Ísland í ein landnyrðing eystan og tilhoyrandi brúgvaløg fara framvið Føroyum. Hósdagin fer ein kuldabrúgv framvið Føroyum úr norði og á hesi brúnni verða fleiri minni lágtrýst.

 

Týsdagin veruðr eitt andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Mikudagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig.

 

Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri og stundum regn. Um kvøldið strúkur í vindi upp í hvassan vind av útnyrðingi og ælingur, partvís heglingur ella vátakavi og og hitin fellur niður móti frostmarkinum.

 

Fríggjadagin verður upp í ein strúk av útsynningi og ælingur, partvís vátakavi. Leygardagin lot av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið um frostmarkið.