Kuldin í Evropa kravt 550 mannalív

Tann sibiriski kuldin, sum hevur ligið sum ein dýna oman á stórum pørtum av Evropa ta seinastu tíðina, hevur higartil kravt í hvussu er 550 mannalív og sent fleiri túsund fólk á sjúkrahús. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP.

Kuldin hevur gjørt serliga nógv um seg í Ukraina og Rumenia. Í Ukraina siga myndugleikarnir, at kuldin hevur kravt 131 mannalív, og í Rumenia eru minst 65 deyð.

Í Rom hevur tað ikki verið so nógvur kavi tey seinastu 27 árini sum nú, og í Podgoriga, sum er høvuðsstaður í Montenegro, er so nógvur kavi komin niður, at tey siga seg ikki hava havt so nógvan kava síðani 1949. At kalla øll samferðslan liggur still, og floghavnin í býnum er stongd.