Kuldin argar fótbóltin

Høgættin hevur aftur lagt sína køldu hond omanyvir landið. Tað er kalt, og veðrið er rættuliga skiftandi. Ælini eru frek, og høgættin er bítandi køld.

Kortini er eingin ivi um, at fótbólturin fer á rull seinnapartin. Tríggir dystir eru klokkan 15: HB-B36, Víkingur-ÍF og NSÍ-B71. Rás2 fer at siga frá uppgerðini á Argjum, har fyrsta bríkslið verður klokkan 17. Talan verður um botnuppgerð millum AB og FC Suðuroy.

Í annaðkvøld klokkan 18 fær EB/Streymur vitjan av B68. Tá ið tann dysturin verður liðugur, verður fyrsti triðingurin av ársins útgávu av Vodafonedeildini av.

Veðurmenninir siga frá frískum loti av útnyrðingi og norði seinnapartin, loftið verður skýggjað, og viðhvørt fer sólin at kaga undan. Hitin verður millum 3 og 7 stig, og tað verður ælaveður ? í støðum vátakavi ella heglingur.

 

9. umfar

Ídag:

HB-B36: Lars Múller kl. 15

Víkingur-ÍF: Ransin N. Djurhuus kl. 15

NSÍ-B71: Petur Reinert kl. 15

AB-FC Suðuroy: Eiler Rasmussen kl. 17

 

Ímorgin

EB/Streymur-B68: Dagfinn Olsen kl. 18

 

Støðan undan 9. umfari

HB 17

ÍF og Víkingur 15

NSÍ 13

B36 12

EB/Streymur 11

B68 10

FC Suðuroy og B71 6

AB 3