30. november
Í morgun eru – 18 stig og stilli. Manu kom til Nuuk at landa í morgun. Tað er svartkalvi, sum teir hava inni.
1. desember
Tað er aftur -18 stig og stilli. Qaqqatsiaq kom í kvøld at landa. Teir hava gott og væl 410 tons inni. Frætt er frá Akamalik. Teir eru norðuri á 72,30 stigum. Her er minni kuldi -7 stig, men í gjár togaðu teir gjøgnum ís allan dagin. Ísurin kemur sníkjandi suðuryvir verður sagt.
Manu loysti aftur í kvøld nýggjan túr.
Frætt er frá toftamanninum William Hansen, sum førir Atlantic Enterprice. Teir hava roynt á økið 3 L og fingið 410 tons í 12 dagar. Nú vóru teir á økið 6. Teir loystu ikki posan, so lítið var í. Støðan er tann, at lítið og onki er til av rækjum sunnan fyri á økinum, men nokk er til á norðaru helvt. Steffen C er inni í Aassiat og millumlandar.
2. desember
Polar Qraasiut er inni í Aassiat og landar. Teir hava gott og væl 300 tons inni.
3. desember
Natarnaq kom inn í morgun at landa. Teir hava gott og væl 400 tons inni.
7. desember
Steffen C er í Nuuk og landar, og her í Sisimiut er Akamalik inni og landar. Hetta er ein stuttur túrur hjá teimum. Teir hava gott 370 tons inni.
8. desember
Polar Natoralik er inni í Nuuk og landar.
9. desember
Tveir risastórir trolarar eru inni her í morgun. Regina C hevur 560 tons at leggja upp, ein óførur túrur hjá teimum. Skipari er Jóhan Pauli Olsen. Markus, sum kom inn higar eftir tveimum trollemmum, hevur gott 600 tons, sum teir skulla landa í Nuuk í morgin. Ein roktúrur hjá Markus bæði í pengum og mongd. Teir vóru inni í Aasiat og millumlandaðu. Teir hava fiskað gott 1200 tons í ein mánaða. Skipari er Anfinn Laksafoss.
11. desember
Akamalik kom inn at skifta skipara og teir løgdu tað upp sum var umborð, teir loystu aftaná døgurða til nýggjan túr.
14. desember
Í dag er væl av vindi við lýggjum veðri, + 8 stig, og eitt sindur av sirmi. Ocean Prawns og Atlantic Enterprise hava báðir landað í Kanada. Ocean Tiger er á veg at landa í Harbour Grace. Teir verða inni í morgin seinnapart við fullari last. Teir hava bert brúkt eitt trol allan túrin. Har hevur verið nokk fyri alla tíðina verður sagt. Teinurin sum teir sigla á feltið eru um 565 fjórðingar.
Manu er komin inn til Nuuk at landa. Teir hava okkurt brek, sum teir skulla umvæla, áðrenn farið verður út aftur. Tað sama er við Polar Amaroq. Okkurt smáting skuldi gerast eisini meðan landað varð.
15. desember
Polar Qaasiut kom inn at landa í morgun. Teir skulla nokk liggja tvær nætur fyri at avríma lastina og fyri at seta tveir nýggjar plátufrystarar í skipið.
Søgur siga annars, at bátanir hava leitað eftir toski í Julianehåbsbuktini, men har var púra oyðið fyri fiski og tað sama var eystanfyri.
18. desember
Í dag er stilli + 6 stig, og hann lovar lýkku fleiri dagar fram, so tað kann vera, at vit fáa ikki hvít jól sum vit fingu í 1980. Sama nýggjárið druknaði alt í regni og stormi.
------
Tykkum øllum sum lesa Sosialin vera ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár og takk fyri tað farna. Serliga takk til teir umborð á trolarunum, sum trúfastir hava hjálpt mær við at festar hesar reglur nú í fleiri ár.
Sisimiut 19. desember 2009
Kári við Stein