Kuldi og ísur í Grønland

Í sínum seinastu tíðindum úr Grønlandi í ár greiðir Kári við Stein frá kulda og ísi

14. desember

Polar Natarnaq kom inn til Aassiat í nátt at landa. Teir lógu og bíðaðu eftir, at Sermisut II, gamli Manu, skuldi blíva liðugur at landa. Polar Natarnaq hevur fulla last inni.

 

15. desember

Kuldin liggur -17 stig. Natarnaq kom inn í kvøld at landa. Teir hava um 400 tons inni, og Steffen C er inni í Manitsoq og landar eisini í dag.

 

16. desember

Polar Assik er komin inn til Asiat at landa. Hetta er annar túrur hjá hesum holdinum, og teir hava fiskað 150 tons í tveir túrar. Óført fiskarí. Teir skulla landa næsta túrin í Nuuk.

 

17. desember

Tað er sami kuldi sum í gjár og fyrradagin. Natarnaq loysti í gjáramorgun tíðliga. Ocean Tiger kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 300 tons inni. Teir hava sett siglitíð til kl 22 í kvøld. Lómur kom til Illulisat í morgun vid gott 100 tonsum. Meiningin er, at teir skulla liggja har á jólum. Virkið letur upp aftur tann 6. januar.

 

19. desember

Polar Assik kom inn til Nuuk at landa í morgun.

 

20. desember

Kuldin heldur á. Polar Natarnaq mátti sníkja seg suður eftir. Teir lógu í góðum fiskari út fyri Kangatsiaq, men ísurin byrjaði at geva teimum trupulleikar, so har var onki annað at gera enn at stinga snútan suðuryvir. Teir kastaðu í Dýpinum, men har var onki fiskarí. So endadu teir á Fyllabank, har var betri fiskarí.

 

22. desember

Í dag stilli, og um 16 kuldastig. Regina C kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 350 tons inni. Teir sigldu kl 18 aftur nýggjan túr. Tað hevur gingið einastandandi gott at landa hesa seinastu tíðina. Tað skulla teir hava rós fyri á kajuni. Natarnaq kom inn í kvøld at landa.

 

23. desember

Kuldin heldur á fram her um bádumegin –20, og tað er stilli. Natarnaq loysti i morgun nýggjan túr.

 

27. desember

Í dag er ikki so kalt sum undan jólum. Qaqqatsiaq kom inn til Nuuk at landa í morgun. Hetta hevur verið ein góður túrur hjá teimum

Ynskt verður øllum eitt gott nýggjár