Veturin ger av álvara um seg í Evropa í hesum døgum, og í dag kom kuldin langt suður í Italia. Tað kavaði í Rom, og í Pisa var tað skeiva tornið kavaklætt. Í Rom fóru hitamátarnir niður um frostmarkið.
Í Pisa og Firenze noyddust myndugleikarnir at lata flogvallirnar aftur ein part av degnum. Í Venedig kavaði allan dagin, og har frysti tvey stig.
Italsku veðurmenninir siga, at kaldast var uppi í Alpunum og Appeninunum, men tað var eisini kalt á láglendinum. Í Torino frysti seks stig tíðliga seinnapartin.










