Kularøtur á mentanarvikuni

- Nú fer lokið av sangskríninum við gomlum kulum sangum og ungum vøkrum dreymum. Tað siga tey, sum skipa fyri mentanarvikuni í Runavík. Leygardagin hin 30. oktober klokkan 14 og 17 verða stórar barna-og familjukonsertir í Løkshøll í Runavík við góðum gomlum og nýggjum frískum kulum rótum!

Hetta er eitt av mongum tiltøkum, sum verða fyriskipað í sambandi við mentanarvikuna í Runavík, sum byrjar hin 24. oktober.

Sagt verður av Kunningarstovuni í Saltangará, at næstan øll vera har í selskapinum, sum tikið verður til, bæði Omman, Abbabeiggi, Kingoson, Grønir menn frá Pluto, Bilurin hjá okkum, Karin, Jógvan Hansen, Lív Næs, 10 bibbur, Beinir, Rakul Ró og barnakór.

Undirhald verður eisini við stuttligum klovnum, og ungt talent framførir Michael Jackson dans, sum hesin dansur verður róptur.

Atgongumerkir á 85 krónur kunnu keypast í forsølu á www.nlh.fo og á kunningarstovunum í Saltangará, Fuglafirði, Klaksvík og Tórshavn.