Kularøtur á Kambsdali: ... eg havi níggju høvd ...

Tey mongu børnini, sum saman við foreldrum sínum, høvdu leitað sær í Kambsdal seinnapartin leygardagin, fingu eina sera hugnaliga løtu saman við Kularótum, Nikláa og Trøllapæturi, sum kortini ikki loypti so stóran ótta á børnini, hóast hann hevði níggju høvd og eina sera djúpa rødd. Og lítið er at ivast í, at tiltakið gevur fyrireikarunum mót til at halda á

Eitt trøll við níggju høvdum, ein kulur gavstrikkur, sum eitur Niklái og so ein rúgva av glaðum syngjandi børnum og vaksnum.

Blanda tað í eini ítróttarhøll ein seinnapart leygardag og tú fært eitt fínt barnatiltak, sum eitur Kularøtur.

Hesaferð var tiltakið á Kambsdali, men tað er at vóna, at aðrir partar av landinum fáa loyvið til at uppliva tiltakið á heimavølli, tí tiltakið riggaði serstakliga væl.


Frá violin til trøll

Tiltakið leygardagin var bygt upp um Kulu røturnar úr Klaksvík, men tær vóru ikki einsamallar - verri enn so.

Afturat sær høvdu tær m. a. eina violinleikandi gentu úr Havn, ein syngjandi tvørádrong, tveir syngjandi brøður úr Havn og samanlagt gav hetta tiltakinum eina øgiliga breidd.

Tað er so kanska eisini tað einasta, sum er at finnast at, tí skiftini vóru í so nógv og í so tøtt, at framførslan gjørdist ikki so samanhangandi sum ynskiligt var.

Men tað hava børnini neyvan hugsað so nógv um, tí tey hugnaðu sær, ella sagt á »nýføroyskum« tey ráhyggaðu sær.

Stuttligt var at síggja - og hoyra - tey syngja við, tá til bær, og tað eigur at geva fyrireikarunum - Steintóri og hinum - áræði at halda á at hugsa um børnini, tá tey gera tónleik. Móttakararnir eru har og teimum dámar tónleikin.


Frálíkar framførslur

Tað skal eisini sigast, at tað liggja nógv evni fjald í teimum ungu. Hetta vóru børnini á Kambsdali eitt framúr gott dømi um.

Nógv hava hoyrt um ungan knassan av Tvøroyri - Brandur Enni eitur hann - sum tók íslendingar av bóli. Hann hevur eina sera vakra og klára rødd, og umframt tað dugir hann sera væl at framføra á palli.

Tey, sum sóu Kosovo-sendingina hjá Sjónvarpi Føroya minnast kanska eisini hin unga fýrin, sum sat við klaveri og sang um tangokettuna. Tað gjørdi hann eisini í Kambsdali, men hesaferð hevði hann beiggja sín afturatsær, og tað kláraðu teir báðir - Dánjal og Elias - upp á stás.

Teir báðir sungu tveir sangir. Tann seinna hevði mamma teirra Rakul yrkt, meðan Dánjal hevði gjørt lagi. Tí spílaðu fólk oyrini eitt sindur eyka tá hetta lagi tónaði fram, og lat tað vera sagt beinanvegin, at í hasum báðum búgva góð tónlistaevnir.

Hóast talan ikki var um sama slag av tónleiki, so vísti Rebekka Blak, at hon dugir at handfara eina violin. Hon hevur spælt í fleiri á longu sum er og gerst uttan iva enn betri við tíðini.

Afturatsær á pallinum hevði Rebekka pápan Kristian, sum eisini er sera kendur í føroyska tónleikaheiminum.

Frálíkt var tað at hoyra.


Gavstrikkurin Niklái

Umframt øll hini var eisini ein gavstrikkur, sum eitur Niklái, á pallinum.

Niklái er ein dukka, sum verður stýrd av Absalon Áargarð, sum hevur lært seg kynstrið at búktala, og væl liggur fyri.

Sum vanligt er við búktalaradukkum, sum eru tær í frekara lagi og í so máta var Niklái einki undantak. Men hann var tað upp á ein »høfligan« máta.

Ikki kann sigast annað enn, at Absalon við hepni hevur lært seg kynstri, tí tað var beinanvegin, at hann - og Niklái - fingu fatur á børnunum.

? Halda tit hann er kuuul? spurdi Niklái,

? Neiiiii ..., skrálaði barnahópurin afturímóti.

Aftaná at hava fingið Absalon at lata seg í sólbrillur og húgvu, sum vóru alt annað enn kul fekk hann latið hann í einar kulari húgvu og brillur ...

Og børnunum dámdu hann væl, henda lítla gavstrikkin.


Kular kularøtur

Kularøturnar úr Klaksvík eiga eisini at fáa nøkur orð við sær, tí eisini hjá teimum liggur væl fyri.

Tá tey fyri einum mánaði síðani hitaðu upp til Creamy konsertina vístu tey, at tað liggur væl fyri hjá teimum at fáa fatur á áhoyrarunum og tey stóðu einki aftanfyri poppgenturnar úr Danmark.

Leygardagin vóru tað kularøturnar, sum vóru tann berandi megin á pallinum og tey sviku ikki álitið.

Arnfríð og Jógvan syngja einastandandi væl og tað er beinanvegin, at børnini taka undir við sanginum.

At tey so høvdu fingið Trøllapætur oman úr haganum, fekk lív í áskoðararnar.

? Eg eri fluttur í Eysturoynna, so eg helt, at eg skuldi støkka inn á gólvið, segði Trøllapætur áðrenn hann treiv í tveir sangir.

Hóast trøllið hevði níggju høvd, so var tað ikki nóg mikið til at loypa ótta á børnini, tí tey fegnaðust um at síggja garpin við høvdunum og halanum.

Gamaní, onkur mundi kroysta eitt sindur fastari um hálsin á mammuni ella pápanum, tá tey allíkavæl hildu í teimum ...


Autografar til øll

Alt í alt má sigast, at tiltakið á Kabsdali var sera væleydnað.

Undirtøkan var kanska ikki so stór, sum fyrireikararnir høvdu vónað, men hon eigur kortini at geva teimum áræði til at halda á.

Tað hava børnini uppiborið, bæði tey sum á pallinum stóðu og tey sum lýddu á.

Ikki er tað sagt, at slíkt tiltak skal vera ov títt, tí so tynnist soðið, men tað er tørvur á einum slíkum palli, har ung og børn fáa høvi at vísa síni kynstur.

Tað gevur dirvið og vísir øðrum børnum at tað er stuttligt at takast við eitthvørt, sum ikki nýtist at hava við ítrótt at gera.

Og tað setir síni spor, tí tá eg sunnukvøldið hugdi inn til dóttrina, sum sat í einum kamari og spældi við eina vinkonu, og spurdi hvat tær gjørdu var svarið:

? Vit læra okkum at skriva autografar ...

Tað hevði hon úr Kambsdali, har øll tey sum framførdu - stór og smá - skrivaðu autografar til øll sum vildu hava og tey vóru ikki so fá ...