Meðan norðoyastevnan er á skránni í Klaksvík, verða vælumtóktu Kular Røtur við í føroyskum døgum í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.
Kular Røtur skulu framføra sínar sangir fyri grønlendingum, og ætlanin er millum annað at framføra eina grønlendska útgávu av Hon er omma mín. Eisini er sjónbandið við sama navni týtt til danskt og verður við á ferðini til Grønlands.
Helst størsta hittið hjá Kulum Rótum, Hon er omma mín, er longu týtt til danskt, enskt, norskt og íslendskt, og aðrir sangir hjá Rótunum eru eisini týddir til skandinaviskt og enskt. Alt hetta er ein liður í at náa út um landoddarnar við tónleikinum.
Í næstum skulu onkrar endurinnspælingar gerast av kendastu sangunum hjá Kulum Rótum, og tað er upp á tal, at føroyski framleiðarin, Óli Poulsen, skal arbeiða við tveimum sangum hjá bólkinum.
Styrkisroynd á Skála
Seinasta styrkisroyndin hjá Kulum Rótum áðrenn ferðina til Grønlands verður á Skála 26. mai kl. 16.00. Tað vikuskiftið er Strandastevna, og í tí sambandi verður konsert í ítróttarhøllini á Skála.
Trølla-Pætur og hansara familja verða eisini við á konsertini.
Kular Røtur fara at framføra allar sínar kendastu sangir, og onkrir nýggir sangir eru eisini á skránni.
Stórskíggin, sum Kular Røtur hava brúkt nógv á konsertum, verður ikki við á hesi konsertini. Ætlanin er í staðin at syrgja fyri meiri lívligum showi á pallinum.










