Kular Røtur út sum sangbók

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava í felag givið út sangbókina KULAR RØTUR við sangum eftir Steintóri Rasmussen o.ø.
Edward Fuglø hevur myndprýtt sermerktu útgávuna

 
Á jólum 1999 kom tann fyrsta av trimum fløgum við Kulum Rótum. Nógvir av sangunum gjørdist alt fyri eitt sera væl umtóktir, og skjótt var fyrsta fløgan uppseld. Alt árið 2000 varð nógv spurt eftir teimum væl umtóktu Kulu Rótunum, og saman við góðu vinunum Trølla Pæturi, ommuni og Nósa varð sungið og dansað fyri børnum í øllum aldri. Til jóla tað árið kom so onnur fløgan.
 Summarið 2001 fóru Kulu Røturnar eina minniliga ferð til Grønlands, og eftir tað fóru trøll og børn  spakuliga hvør til sítt. Kanska var orsøkin, at Trølla Pætur var vorðin filmsstjørna, og ein av kulu rótunum, Brandur Enni, barnastjørna. Men ein fløga kom kortini afturat í 2002.
 Skjótt gongur tíðin. Men Kular Røtur eru ikki gularøtur. Tær spillast ikki eins og vanligar røtur og plantur, og tíðin hevur víst, at sangir sum Hon er omma mín, Karin, Vera og  Tey kalla meg Babe eru vorðnir fólkaogn.
Í nýggju sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum, sum Magni Husgaard hevur gjørt. Edward Fuglø hevur sniðgivið og myndprýtt og prentvirkið Cre8 hevur brotið um og greitt bókina til prentingar.