Kular Røtur á íslendskum

Ein nýggj fløga verður nú innspæld í Íslandi og tað er felagið Músík ehf, ið gevur út. Serligt við fløguni fyri okkum føroyingar er, at hon ber heitið Kátir Krakkar og Trølla Pétur. Hetta eru endurinnspælingar av løgum við Kulum Rótum og fløgan kemur síðst í árinum. Ein fjøltáttað rúgva av íslendskum sangarum leggja rødd til fløguna.