Kular Røtur í regni og toru

Tey eru kul og tey tora. Ja, í orðsins rætta týdningi. Tey hava staðið vát og køld og sungið og spælt á síni ljóðføri. Umaftur og umaftur. Og nú sæst úrslitið av videolagnum Regn og Tora á You Tube.

Børnini í Kulum Rótum, sum seinasta hálva árið hava hittað við lagnum Vov Vov, eru aftur frammi við einum nýggjum og ráum sangi, sum tey sjálvi eiga og spæla størsta leiklutin í.

Sangurin Regn og Tora, sum børnini funnu uppá á Bassaturné seinasta summar, varð í vetur innspældur og givin út á fløgu. Nú hava ungu dreingirnir í TAÐ FILMAR gjørt eitt øðrvísi videolag við Kulum Rótum. Upptøkurnar eru gjørdar í februar í Havn, í Skeiva Pakkhúsi og á Norðasta Horni.