Kular røtur á fløgu

Batmenn og spidermenn sleppa upp í part, tá nýggj føroysk barnafløga kemur út í vikuni

Eyðun Klakkstein


Hesa vikuna verður enn ein føroysk barnafløga at fáa. Hesaferð er talan um eina nýskapandi útgávu, sum eisini umfatar eitt sjónband.

Á fløguni eru 10 skeringar við barnasangum. Steintór Rasmussen hevur skrivað teir flestu, men Ingi Isaksen, Hanus G. Johansen og Eyðun Nolsøe hava eisini latið okkurt ískoyti.

8 av sangunum eru spildurnýggir, og tað hoyrist eisini aftur í yrkingunum. Vera hon er vell, 20 robottar og Grønir menn frá Pluto ljóðað modernaðir, bæði tónleikur og yrkingar.

Tónleikurin er upptikin í Studio Pegasus í Klaksvík, sum eisini er útgevari. Steintór Rasmussen hevur samskipað arbeiðið, men hann hevur havt nógv fólk afturat sær. Ingi Isaksen, Høgni Klakstein og Magni Husgaard hava lagt mesta av tónleikinum til rættis, og teir spæla eisini allir við.

Jógvan Hansen og Arnfríð Lützen syngja flestu sangirnar, og afturat teimum eru tónleikarar sum Rani Nolsøe, Erik Biskopstø, Mikkjal Hvannastein, Finnur Hansen og Karl Martin Samuelsen, sum syngur ein sang.

Ingi Isaksen og Høgni Klakstein hava ljóðblandað tónleikin, og Edvard Fuglø hevur teknað tekningar til kápuna


Batmenn og spidermenn

Steintór Rasmussen hevur skrivað allar tær 10 yrkingarnar á fløguni, og burtursæð frá sangunum Karin og Vinur mín Nósi er talan um tilfar, sum ongantíð áður hevur verið útgivið.

Størsti parturin av yrkingunum eru spildurnýggjar og skrivaðar til útgávuna.

Steintór yrkir um Veru, sum er vell, og í yrkingini 20 robottar jonglerar yrkjarin við legomonnum, batmonnum, flogmonnum, spidermonnum og øðrum. Yrkt verður á einum máli, so børnini eisini kunnu verða við.

Umframt sjálvgjørda tilfarið, hevur Steintór Rasmussen eisini týtt yrkingina um drekan Puff, sum á nýggju fløguni verður sungin frágera væl av Arnfríð Lützen.

Nýggja fløgan fæst til keyps í vikuni.