Nú trína Kular Røtur aftur føroyska tónleikapallin.
Hesuferð er tað í samband við stóru barnakórstevnuna, og familju og barnafagnaðin, sum verður í Klaksvík leygardagin undir heitinum Kul børn í Føroyum.
Lívligu børnini í Kulum Rótum, sum nú eru eitt ár størri, eitt ár betri og, ikki minst, eitt ár kulari, eru Beinir Troest Rasmussen gittar, Vinjar Petersen, klaver og saxofon, Martin Danielsen á bass, Rani Troest Rasmussen handan trummurnar og Rakul Ró Steintórsdóttir sang.
Til framførsluna á barnakórstevnuna verða eisini onnur børn við í Kulum Rótum, eitt nú fara Annika Malunardóttir og Torfríð Larsen at spæla ein serliga leiklut.
Á Barnakórstevnuni fara annars 200 børn úr øllum landinum at syngja.
Kular Røtur fara at spæla undir á fleiri av sangunum og harumframt fara eisini nýklaktir sangfuglar, og evnarík ungfólk, at royna seg á pallinum.
Harumframt fara Erling og Jógvan politistur á pallin, eins og skemt og kvikmyndir verða við Klæmint Klakk og kompaní.
Somuleiðis fara Trølla Pætur og Trølla Ommu at undirhalda.
Frá vinstru eru hesar kulu røturnar, Vinjar Petersen, Martin Danielsen, Beinir Troest Rasmussen, Rani Troest Rasmussen, Torfríð Larsen, Rakul Ró Steintórsdóttir og Annika Malunardóttir










