Kular Kular røtur

Børnini fingu sítt í dag, tað Trøllashow og Kular Røtur fóru upp á pall.

 

Fyrst varð byrjað við eini skrúðgongu frá Badmintonhøllini og oman á Vágsbø, har barnakonsertin varð hildin.

 

Nógv børn og vaksin høvdu leitað sær oman á økið, har hitt sum 'Vov Vov' og 'Regn og Tora' vóru at hoyra. Ein skuldi trúð, at ungu fólkini í Kulu Rótum ikki høvdu gjørt annað enn at spælt konsert, tí sjálvsálitið og dygdin var í top.

 

Endurnýggjaði bólkurin hjá Steintór kláraði serstakliga væl at undirhalda teimum mongu børnunum. Pláss var eisini fyri øðrum enn sjálvum tónleikinum. Við einum frískum (og váttligum) eykalagi komu tey ungu børnini rennandi inn á pallin í regnklæðum og vatnbyrsu, og sproytaðu tey yvir áskoðarafjøldina.

 

Alt í alt ein framúrskarandi barnakonsert, sum tey mongu børnini dámdu serstakliga væl.