Kulørtar perur í Fjalsgøtu

Bjørg Hanusson og Rúnálvur Poulsen

26. juli verður vígsla fyri 51 ára gomlu Bjørg Hanusson og 42 ára gamla Rúnálvi Poulsen í Bispagarðinum í Havn. Tað eru nú trý ár síðani, at tey komu saman undir tunnusláing í Kagganum.

- Eg eri helst fyrsta og síðsta kvinnan, sum er vorðin kattakongur í Kagganum. So eg kom bæði heim við steypi og sjeiki ta náttina, sigur Bjørg flennandi.

Tey bæði eiga hvør sítt barn frammanundan: Hann ein seks ára gamlan son, og hon eina 18 ára gamla dóttir, sum eisini er listakvinnan handan fínu tekningina av brúðarparinum og børnunum sum fagrir føroyskir fuglar.

Bjørg og Rúnálvur seta hol á ólavsøkuna við at bjóða til opið hús heima í Fjalsgøtu, har tey hava sett tjøld upp og pyntað við littum ólavsøkuperum. Maturin verður sjálvtøkuborð, sum Hansa av Argjum stendur fyri, umframt alt gott at drekka, bæði rúsandi og órúsandi løg. Livandi tónar verða við Regini Jacobsen, Tommy og Ísak, sum spæla harmoniku, tangentar og saxofon.

Brúðarparið verður í føroyskum klæðum, og aftaná brúdleypið fer øll familjan við autocampara til Danmarkar og Suðurfraklands, har tey eisini fara at sigla runt í einum húsbáti í eina viku.


Blómur: Føroyskar hagablómur

Litir: Grønt og hvítt