Kuhn ávarar sínar menn

Tað hevur gingið munandi betur hjá donsku meistarunum AaB, síðani felagið segði venjaran Bruce Rioch úr starvi. Hjálparvenjarin Allan Kuhn hevur nú fyribils ábyrgdina av liðnum, og hann hevur ikki tapt í superliuni í fýra dystum.

- Tað hevur gingið væl hjá okkum seinastu dystirnar, men nú mugu vit ikki blíva ov glaðir fyri tað, um vit hava vunnið ein dyst. Vit skulu halda fram at arbeiða hart, sigur Allan Kuhn.