Um vikuskiftið hevði Allan Kuhn fyrstu ferð leiðsluna av danska meistaraliðnum AaB, og hann var væl nøgdur við sínari spælarar eftir dystin ímóti Randers, sum endaði við javnleiki.
- Vit funnu stríðsandan framaftur, og spælararnir eiga at verða nøgdir við sítt avriki í dag, segði Kuhn eftir dystin.
AaB var á odda 2-1, tá vanliga leiktíðin var farin, men í yvirtíðini eydnaðist tað Randers at javna.