Kuhn heldur fram í AaB

Hjálparvenjarin hjá superligafelagnum AaB, Allan Kuhn, hevur longt sín sáttmála við felagið. 38 ára gamli Kuhn kom til felagið sum hjálparvenjari hjá Erik Hamrén í 2004, og síðani hava teir báðir arbeitt tætt saman. Fyri nøkrum vikum síðani longdi Erik Hamrén sín sáttmála við AaB, og nú hevur Allan Kuhn eisini longt sáttmálan fram til ársenda í 2008. Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá AaB í ár, men ítróttarstjórin í felagnum sigur, at nýggju sáttmálarnir við venjaraparið skulu síggjast sum ein stuðul til arbeiðið hjá teimum.