»Kugle-fugle« í Smiðjuni

Hósdagin 30. august læt ein framsýning hjá Sten Asbirk upp í Smiðjuni í Lítluvík. Sten Asbirk er dani, føddur í 1948 og býr í Roskilde. Hann er er útbúgvin fuglafrøðingur, men hansara dagliga arbeiði er í danska Miljøministeriet í Keypmannahavn.

Sten Asbirk var fyrstu ferð í Føroyum í 1968 og so aftur í 1981. Hann hevur áður havt framsýningar í Grønlandi og í Orknoyggjunum, men hetta er fyrstu ferð, at hann hevur framsýning í Føroyum.

Hann hevur stóran áhuga í fuglum og fuglalívi. Hann kallar framsýningina »Færøske kugle-fugle«, tí á øllum myndunum eru fuglarnir rundir sum kúlur. Ein rættuliga sermerkt framsýning við 46 ymiskum myndum. Myndaevnini er av fuglum, sum eru í Føroyum, sum t.d. tjaldur, æða, lundi, lomvigi og álka.

Framsýningin er opin soleiðis: Fríggjadagin 31. august kl. 10-14, sunnudagin 2. september kl. 14-18, mánadagin 3. september kl. 12-17, týsdagin 4. september kl. 12-18, og mikudagin 5. september kl. 12-15.