Ein maður, sum arbeiddi á flogvøllinum í jordanska høvuðsstaðnum Amman, doyði, tá eitt kuffert brádliga fór í luftina.
Jordanska løgreglan sigur, at ein japanskur tíðindamaður átti kuffertið, og tíðindamaðurin er nú tikin. Tíðindastovan Petra skrivar, at tíðindamaðurin hevði verið í Irak, og at hann hevði tikið eina granat við sær sum eitt minni um kríggið í Irak.
Kuffertið skuldi umborð á eitt flogfar hjá egyptiska flogfarinum EgyptAir, sum stóð í floghavnini í Amman. Jordanska løgreglan sigur, at bæði starvsfólk og ferðafólk gjørdust ræðslusligin, tá granatin í kuffertinum brast.










